Nú skulu valplakatirnar takast niður

bannari
Nú skulu valplakatirnar takast niður
Mongu valplakatirnar skulu sambært lógini verða tiknar niður í seinasta lagið leygardagin
 
01.09.2015 - 19:50

Seinastu vikurnar hava nógvar valplakatir verið at sæð kring landið. Men nær kunnu tær setast upp, og nær eiga tær at blíva tiknar niður?

Valplakatir kunnu setast upp í tíðini frá fjórða leygardegnum áðrenn sjálvt valið, og tær skulu takast niður aftur fýra dagar, eftir at valið hevur verið.

Sostatt eiga allar valplakatir til hetta løgtingsvalið at vera tiknar burtur í seinasta lagið leygardagin. Tað eru ávísar reglur, ið skulu fylgjast, tá flokkarnir og valevnini heingja valplakatir upp.

Á heimasíðuni hjá Kommunufelagnum stendur millum annað, at valplakatir ikki skulu setast við landsveg, har hámarksferðin er hægri enn 60. Heldur ikki á miðøkinum í rundkoyringum ella á ferðsluoyggjum er loyvt at seta valplakatir.

Hafturat er umráðandi, at plakatirnar ikki verða upplýstar við sjálvstøðugari ljóskeldu, og heldur ikki skulu tær á nakran hátt líkjast einum ferðsluskelti.

Valplakatir kunnu heingjast upp í sambandi við løgtings- og fólkatingsval, kommunuval, fólkaatkvøður og onnur val, sum verða hildin á almannarættarligum grundarlagi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819