Ráðgevarar átala tunnilsarbeiði

Ráðgevarar átala tunnilsarbeiði
Føroyingar gjalda í minsta lagi 10 milliónir ov nógv fyri ikki at bjóða prosjekteringsarbeiðið við Eysturoyar- og sandoyartunlinum út.
 
01.09.2015 - 09:42

Tað sigur Ráðgevarafelagið, sum er felagið hjá føroysku ráðgevarafyritøkunum í byggivinnuni.

Í skrivi átalar felagið harðliga, at Partafelagið Eystur- og Sandoyartunlar hevur biðið eina norska ráðgevarafyritøku prosjektera tunlarnar, uttan at føroyskar fyritøkur sleppa at bjóða upp á arbeiðið.

Felagið sigur, at politiska skipanin hevur gjørt semju um, at føroyskar fyritøkur og føroyskir førleikar skuldu hava arbeiðini í sambandi við tunlarnar, men føroyskar fyritøkur eru ikki slopnar so frægt sum at bjóða, sigur Ráðgevarafelagið.

Tøl hava verið frammi, sum vísa, at arbeiðið er latið norsku fyritøkuni fyri 34,5 mió. kr. Hetta svarar til í minsta lagi 30 føroysk vitanarstørv í eitt ár. Um hetta talið passar, er arbeiðið latið norðmonum fyri í minsta lagi 10 mió. kr. ov nógv, vísa metingar hjá Ráðgevarafelagnum. 

Ráðgevarafelagið sigur, at tey skilja ikki hvussu politiska skipanin kann lata tunnilsfelagið fara uttan um almenna útbjóðingarpolitikkin, sum skal tryggja kapping á økinum, so m.a. tað almenna fær tann besta prísin. 

Ráðgevarafelagið heitir á komandi landsstýri um at syrgja fyri, at skeiva gongdin verður steðgað beinanvegin, soleiðis at føroyskir førleikar í Føroyum verða stimbraðir heldur enn niðurlaðaðir, sum felagið tekur til.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
Góðan morgun Føroyar
173889
Hósdag 18. apríl
Morgunlestur hósdagur 18. apríl 2024
173395
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691