Tjóðveldi størst í Vestmanna

bannari
Tjóðveldi størst í Vestmanna
Borgarstjórin í Vestmanna, Pauli Trond Petersen, hevur tryggjað flokkinum hjá sær nógvar atkvøður i Vestmanna
 
01.09.2015 - 21:45

Tjóðveldi er farið nógv fram í Vestmanna, meðan Sambandsflokkurin er farin nógv aftur.

Tjóðveldi er vaksið við 9,1 prosentstigi, meðan Sambandsflokkurin er farin aftur við 8,00 prosentum.

Tjóðveldi er størsti flokkur í Vestmanna við 224 atkvøðum, meðan Sambandið hevur fingið 201.

Tað er borgarstjórin í Vestmanna, Pauli Trond Petersen, sum annars stillaði upp fyri Fólkaflokkin í 2011, ið fær flest atkvøður fyri Tjóðveldi.

Pauli Trond Petersen hevur fingið 148 atkvøður, tað eru 41 atkvøður fleiri enn á valinum í 2011.

Sambandsflokkurin er næststørstur í Vestmanna. Hann fær 201 atkvøðu.

Toppskorari hjá Sambandsflokkinum og í Vestmanna yvirhøvur er Bárður á Steig Nielsen, hann hevur fingið 160 atkvøður. Tað eru 31 atkvøður færri enn til valið í 2011.

Samlað úrslit úr Vestmanna sæst her

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652