Fáa løn hóast tey ikki verða afturvald

bannari
Fáa løn hóast tey ikki verða afturvald
Løgtingsfólk, sum ikki verða afturvald, verða ikki slept upp á fjall fíggjarliga. Tey fáa mánaðarlønina í fýra, fimm ella seks mánaðir
Løgtingsfólk, sum ikki verða afturvald, fáa løn í fýra, fimm ella seks mánaðir - eftir hvussu nógv ár tey vóru í tinginum
 
08.09.2015 - 12:28

Løgtingsfólkini fáa mánaðarlønina í fýra, fimm ella seks mánaðir - eftir hvussu nógv ár, tey vóru í tinginum. 14 løgtingsfólk vórðu ikki afturvald tann 1. september.

Men so leingi, samgonga ikki er skipað, er hugsandi, at nøkur teirra, sum ikki blivu vald, kortini sleppa til arbeiðis aftur við Tinghúsvegin, tí tingfólk í flokki teirra fara í landsstýrið.

Ein millión sett av til vrakað tingfólk

Men 13 av teimum 14, sum ikki blivu afturvald, eru úr Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum, sum ikki eru við í samráðingunum um nýggja samgongu.

Enn ber ikki til at rokna út, hvussu nógv løgtingsvalið í ár fer at kosta løgtinginum í bíðiløn. Í fíggjarlógini fyri 2015 eigur løgtingið eina millión krónur til lønir til vrakað tingfólk. Um tann játtanin røkkur, ber ikki til at siga enn.

Í ringasta føri fyri pengakassan hjá løgtinginum noyðist løgtingið at rinda 47 tingfólkalønir um mánaðin tað, sum eftir er av hesum árinum. Løgtingsfólk fáa 37.000 kr. í mánaðarløn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819