Meira í løn - minni samanumtikið

bannari
Meira í løn - minni samanumtikið
Tey, sum nú koma í landsstýrið, fáa nógv meira í løn enn tey, sum fara úr landsstýrinum nú í vikuni. Tey missa kortini aðrar inntøkur
Løgmaður og landsstýrisfólk fáa nú meira í løn. Løgtingið samtykti í fjør at hækka lønirnar nógv hjá løgmanni og landsstýrisfólkum eftir løgtingsvalið
 
14.09.2015 - 07:54

Tey nýggju landsstýrisfólkini fáa meira í løn, men tey missa aðrar inntøkur og skulu, eins og flestu onnur, rinda til egna eftirløn. 

Løgtingið samtykti í fjør at hækka lønirnar nógv hjá løgmanni og landsstýrisfólkum eftir løgtingsvalið.

Løgmaður fær 30 prosent meira í løn og landsstýrisfólkini 29 prosent. Løgmaður fær 17.560 kr. meira um mánaðin og landsstýrisfólkini 14.535 kr. meira enn tey fáa nú.

Lógin samtykt á vári 2014

Lønin hjá løgmanni fer beint upp um 76.000 kr., og hjá landsstýrisfólkunum fer lønin upp í 64.380 kr. um mánaðin, sambært lógini, sum løgtingið samtykti á vári í 2014.

Andstøðan í tinginum tók ikki undir við at hækka lønirnar. Løgmaður og landsstýrisfólk fáa somu samsýning at ferðast fyri sum løgtingsfólk fáa, - tað er fyri 200 ferðir aftur og fram um árið.

Skattafría borðfæið og kostnaðar-endurgjøldini fara í søguna, og eftirlønarskipanin fer frá tænastumannaskipan til skipan, har goldið verður inn til egna uppsparing.

Fráfaringarlønin mótroknað

Eftirlønin verður 15 prosent. Og hjá løgmonnum og landsstýrisfólkum, sum fara úr landsstýrinum í løgtingið, verður fráfaringarlønin frá landsstýrinum mótroknað í lønini frá løgtinginum.

Sagt varð í lógaruppskotinum, at landskassin fer at spara slakar fýra milliónir krónur um árið, tá nýggja skipanin kemur í gildi eftir næsta løgtingsval.

Í lógini stendur tó, at landsstýrið ásetur í kunngerð gildiskomudagin. Tann kunngerðin er ikki komin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
Morgunlestur hósdagur 18. apríl 2024
173395
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Mikudag 17. apríl
Skratsj 17. apríl 2024
173859
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691