5.000 kr. í bót fyri at hava vakmyndatól í bilinum

5.000 kr. í bót fyri at hava vakmyndatól í bilinum
Hýruvognsførari varð biðin um at boða Dátueftirlitinum frá, at hann hevði vakmyndatól í bilinum, men tað gjørdi hann ikki
Ein hýruvognsførari hevur fingið 5.000 kr. í bót fyri at hava vakmyndatól í hýruvogninum og fyri at leggja upptøkur frá tí á Facebook. Myndin hevur ikki samband við ítøkiliga málið
 
24.09.2015 - 09:54

Ein hýruvognsførari hevur fingið 5.000 kr. í bót fyri at hava vakmyndatól í hýruvogninum og fyri at leggja upptøkur frá tí á Facebook.

Hann tók við bótini, skrivar Dátueftirlitið á sínari heimasíðu. 

Málið byrjar við, at Dátueftirlitið fekk frænir av, at nakrir hýruvognsførarar ella nakrar bilstøðir ætlaðu at seta vakmyndatól í forrútin á hýruvognunum. Tólini skuldu gera upptøkur av ferðsluni og øðrum framman fyri hýruvognin.

Skal hava fráboðan um vakmyndatól

Dátueftirlitið vendi sær til hýruvognsstøðirnar og allar hýruvognsførararnar og gjørdi vart við treytirnar í lógini um persónsupplýsingar, og Dátueftirlitið skal hava fráboðan um øll vakmyndatól.

Dátueftirlitið vísti eisini á, at eitt vakmyndatól í forrútinum á einum bili kann vera brot á lógina um forboð fyri privatari eftiransing. 

Dátueftirlitið heitti á støðirnar og hýruvognsførararnar um at siga frá, um teir høvdu vakmyndatól, ella høvdu ætlanir um at fáa sær vakmyndatól í hýruvognin.

Boðaði ikki frá

Tá allir hýruvognsførarar høvdu svarað, vísti tað seg, at tað var bara tann eini hýruvognurin, sum hevði vakmyndatól. Hesin hýruvognsførarin varð síðani biðin um at boða Dátueftirlitinum frá um vakmyndatólið. Men tað gjørdi hann ikki.

Tí fekk Dátueftirlitið ikki høvi til at viðgera málið og staðfesta, um talan var um lógliga ella ólógliga viðgerð av persónsupplýsingum.

Dátueftireftirlitið meldaði hýruvognsføraran til politiið og vísti fútanum á, at hýruvognsførarin hevði ein profil á Facebook, har hann hevði lagt upptøkur frá vakmyndatólinum í bilinum.

Politiið skuldsetti hýruvongsføraran fyri at bróta lógina um persónsupplýsingar. Hann fekk 5.000 kr. í bót.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802