260 útlendingar til Føroya at svimja

260 útlendingar til Føroya at svimja
Fjúrtan aldursbólkar úr átta londum kappast um vikuskiftið í svimjikapping
 
02.10.2015 - 08:55

Svimjisamband Føroya skipar í dag og í morgin fyri Nordic Open Masters Championships 2015 í svimjihøllini í Gundadali.

Tilsamans 318 svimjarar úr átta londum fara at kappast í fjúrtan aldursbólkum, har yngsti svimjari er 25 ár, og tann elsti er 93.

Talan er um Norðurlendsku Meistarastevnuna fyri Masters, sum samstundis er skipað sum opin kapping, ið merkir at eisini onnur enn norðurlendingar kunnu luttaka.

Tilsamans 126 kvinnur og 171 menn hava boðað frá luttøku. 260 útlendskir svimjarar úr Danmark, Estlandi, Finlandi, Íslandi, Noregi, Svøríki og Týskalandi luttaka

Kappast verður í trimum stevnupørtum:

Fríggjakvøldið 2. oktober frá kl 17:30

Leygarmorgunin 3. oktober frá kl 08:30

Leygardagin 3. oktober frá kl 15:00

Ætlanin er at stroyma beinleiðis sjónvarp frá øllum kappingum á http://livetiming.se/superlive.php?cid=2466

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887