Breivik hóttir við hungursverkfalli

Breivik hóttir við hungursverkfalli
Hann hevur fyrireikað seg upp at svølta seg í hel, um ikki umstøðurnar í Skien-fongslinum, har hann situr 21 ára fongulsdóm, verða betri
 
04.10.2015 - 14:29

Ger hann álvara av síni hóttan, er ikki nógv at ger hjá fangavørðunum. Sambært norskari lóg, kann Breivik nokta at gevast við hungursverkfalli sínum.

Tað einasta, sum kann gerast er, at geva honum nøktandi kunning, og at heilsustarvsfólk í fongslinum gera honum greitt, hvørjar avleiðingar hungursverkfall kann hava á heilsuna hjá honum. Tað skrivar norska Dagblaðið.

Mugu ikki hjálpa

Heilsustarvsfólk mugu heldur ikki leggja upp í og veita fyrstuhjálp, um Breivik missir vitið orsakað av hungursverkfalli.

Aslak Syse, professari í løgfrøði, upplýsir fyri norska dagblaðnum, at ongar serligar reglur eru fyri tvangsfóðring av fangum.

Um fangin vil svølta seg, so skal hann sleppa tað. Og hesar reglur galda eisini fyri øll onnur.

Ikki fyrstu ferð

Leiðarin fyri Skien Fongslinum, Ole Kristoffer Borhaug, hevur fyrr sagt, at Breivik fyrr hevur hótt við hungursverkfalli, men hann ongantíð gjørt álvara av hóttanini.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887