Arbeiðseftirlitið: Óskipað arbeiði kravdi mannalív

Arbeiðseftirlitið: Óskipað arbeiði kravdi mannalív
Arbeiðið var ikki skipað á tryggan hátt, tá ein 26 ára gamal maður lat lív í arbeiðsvanlukku á Argjum í september 2013, sigur Arbeiðseftirlitið
Arbeiðseftirlitið heldur ikki, arbeiðið var skipað og lagt til rættis á tryggan hátt, tá ein 26 ára gamal maður lat lív í arbeiðsvanlukku á Argjum 13. september í 2013, tá eitt betongelement, ið vigaði 2,5 tons, koppaði
 
08.10.2015 - 12:29

Arbeiðseftirlitið mælti fútanum til at geva smápartafelagnum Húsavarðartænastuni 20.000 kr. í bót fyri at bróta lógina um arbeiðsumhvørvi, tá ein 26 ára gamal maður doyði í arbeiðsvanlukku við fótbóltsvøllin á Argjum 13. september í 2013.

Í frágreiðingini hjá Arbeiðseftirlitinum stendur, at "avstívingin av elementinum hevur svikið, og tí koppaði elementið. Skrástívarin er losnaður úr undirlendinum. Bara ein skrástívari var nýttur."

Forskriftir ikki hildnar

Arbeiðseftirlitið metir, at bolturin, sum var festur í fótin á skrástívaranum og i undirlagið, sum var asfalt og skervur, ikki hevur fingiö nóg gott festi. Skrástívarin hevur tí ikki megnað at hildið elementinum.

Sambært forskriftum um uppseting av slikum elementum eiga i minsta lagi tveir skrástívarar at vera nýttir til fyrsta uppsetta elementið. Hesir skulu festast í gott og fast undirlag.

Í hesum førinum áttu til dømis tungar betongvektir at verið nýttar sum festi til skrástívararnar, tí undirlagið var asfalt og skervur.

Arbeiðið ikki lagt til rættis á tryggan hátt

Arbeiðseftirlitið metir, at arbeiðið var ikki skipað og lagt til rættis á tryggan hátt. Arbeiðsgevarin vissaði seg ikki við neyðugari leiðbeining og gjølligum eftirliti um, at trygdin á arbeiðsplássinum var í lagi.

Og so sigur Arbeiðseftirlitið, at arbeiðsvanlukkan, har sum ein maður varð illa løstaður og seinni doyði, var úrslitið av vantandi skipan á arbeiðsplássinum. Elementið vigaði hálvt triðja tons.

Húsavarðartænastan segði í sínari frágreiðing um hendingina, at elementið, sum koppaði, var sett upp sambært vanligari mannagongd. Vit skilja ikki, hví elmentið koppaði, stendur í frágreiðingini hjá arbeiðsgevaranum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (2:2)
172480
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172951
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584