Lars Olsen hevur sett liðið

Lars Olsen hevur sett liðið
Fimm broytingar eru á A-landsliðnum til dystin ímóti Ungarn samanborið við dystin móti Finnlandi
 
08.10.2015 - 01:21

Lars Olsen, landsliðsvenjari, hevur sett liðið til dystin ímóti Ungarn.

Tað er serliga á miðvøllinum at broytingarnar eru. Fýra nýggjir leikarar byrja har.

Tríggjar broytingar vóru neyðugar, tí Fróði Benjaminsen, Brandur Olsen og Hallur Hansson hava leikbann.

Teir nýggju á miðvøllinum eru Rógvi Baldvinsson, Kaj Leo í Bartalsstovu, Rene S. Joensen og Róaldur Jakobsen.

Viljormur Davidsen er blivin klárur aftur, og hann byrjar á vinstra bakki. 

Her er liðið:

Gunnar Nielsen Málverji
Jónas T. Næs Høgri bakkur
Viljormur Davidsen Vinstri bakkur
Sonni Ragnar Nattestad Miðverji
Atli Gregersen Miðverji
Rógvi Baldvinsson Verjukendur miðvøllur
Rene S. Joensen Høgri miðvøllur
Kaj Leo í Bartalsstovu Vinstri miðvøllur
Sølvi Vatnhamar Sentralur miðvøllur
Róaldur Jakobsen Álopssinnaður miðvøllur
Jóan Símun Edmundsson Áleypari

Dysturin verður vístur beinleiðis í sjónvarpinum. Byrjað verður klokkan 19:30.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimti sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012