Neistin fyribils oddalið

Neistin fyribils oddalið
Neistin vann í dag á VB, og tær eru nú oddalið í bestu kvinnudeildini í hondbólti. Plássið verður tó helst skjótt yvirtikið av VÍF ella Kyndl
 
10.10.2015 - 16:42

Neistin er nýtt oddalið í bestu kvinnudeildini í hondbólti.

 

Neistin vann í  dag 23-20 á VB í Vági. Hálvleiksstøðan var 10-10.

 

Dysturin var javnur, tí VB var á odda við einum máli, tá eitt korter var eftir. Men síðstu tíggju minuttirnar avgjørdi Neistin dystin.

 

Neistin er fyribils oddalið, men í morgin spæla Kyndil og VÍF í Havn. Vinnarin av tí dystinum lyftir seg upp á fyrsta plássið.

 

Endar dysturin við javnleiki fara bæði Kyndil og VÍF upp um Neistan, tí tey hava frægari málmun.

 

Støðan:

1.Neistin 3 dystir 5 stig
2.VÍF 2 dystir 4 stig
3.Kyndil 3 dystir 4 stig
4.STÍF 3 dystir 2 stig
5.Stjørnan 3 dystir 1 stig
6.VB 1 dyst 0 stig

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851