Lundastovnurin betri fyri

Lundastovnurin betri fyri
Ábendingar eru um, at lundastovnurin er betri fyri enn hann hevur verið í nógv ár, sigur fuglafrøðingur
Lundastovnurin er betri fyri enn hann hevur verið síðani 1997 eru ábendingar um, sigur fuglafrøðingur
 
18.10.2015 - 11:30

Eftir fleiri rakár eru nú ábendingar um, at lundastovnurin er betri fyri enn hann hevur verið í nógv ár, skrivar Jens Kjeld-Jensen á heimasíðuni, jenskjeld.info

- Lundin hevur havt tað besta árið síðani 1997. Teir, sum vurpu, vurpu seint, men nógvir vurpu slettis ikki, sambært Jens Kjeld-Jensen, fuglafrøðingi.

Pisurnar í ár hava kortini verið seinni á veg enn vanligt er. Í Hattarvík sóust áarpisur seinast í august, og í Mykinesi sóust tær ikki fyrr enn 10. september.

Eydnaðist ikki at friða lundan við lóg

Fuglafrøðingar hava áður rópt varskó, og biðið myndugleikarnir traðkað til, tí veiðan ikki kundi halda fram, sum minkingin hevur verið seinastu árini.

Í september 2011 royndi táverandi landsstýrismaðurin, Johan Dahl, at fáa Løgtingið at friða lundan, men tað eydnaðist ikki. Lógaruppskotið datt burtur tá løgtingsval varð fráboðað.

Í Mykinesi hevur eingin lundi tó verið veiddur seinnu árini. Bygdafólkið avgjørdi á grannastevnu í juli 2012 at banna veiðu, og tað veiðibannið er eisini blivið longt síðani tá.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585