Nú skal skúlin teknast

Nú skal skúlin teknast
Nú byggiskráin fyri Skúlan á Fløtum er samtykt, bjóðar Tórshavnar kommuna til kapping um at tekna skúlan. Kappingin endar 18. desember
Tórshavnar kommuna bjóðar nú til kapping um at tekna Skúlan á Fløtum. Fyrst í januar fara bygginevndin og býráðið at velja vinnaran
 
22.10.2015 - 11:12

Fyrst í januar fara bygginevndin og býráðið at velja vinnaran. Byggiskráin, sum býráðið einmælt samtykti í gjár, lýsir fortreytir, námsfrøðilig viðurskifti og tøknilig viðurskifti í sambandi við byggingina.

Skúlin á Fløtum verður bygdur til 850 børn. Sambært byggiskránni verður nýggi skúlin 11.600 fermetrar. Møguleikar vera at byggja út til tveir flokkar afturat í sjeynda árgangi. Bygt verður í trimum stigum.

Fyrsta byggistig liðugt í 2018

Sambært tíðarætlanini skal fyrsta byggistig verða liðugt í 2018. Tá flytur miðdeildin, fjórði, fimti og sætti flokkur, í nýggja skúlan, sum kemur í staðin fyri Kommunuskúlan og Venjingarskúlan.

Hádeildin, sjeyndi, áttandi og níggjundi flokkur, flytur í juli 2019, og í juli 2020 skal triðja byggistig verða liðugt. Tað skal hýsa yngstu næmingunum, teimum í grunddeildini og frítíðarskúlanum.

Skúlin á Fløtum verður bygdur á stykki, sum kommunan eigur í Marknagili. Skúlin fer at kosta 350 milliónir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585