Skal lýsast alment til sølu

Skal lýsast alment til sølu
Húsið, sum handilin Guðrun & Guðrun er í, skal lýsast alment til sølu. Tað hevur býráðið í Havn fingið at vita frá Kommunala eftirlitinum
Húsið, har Guðrun & Guðrun hava sín handil í gongugøtuni í Havn, skal lýsast alment til sølu, hevur Kommunala eftirlitið gjørt av
 
02.11.2015 - 13:30

Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur við Útvarpið, at nú verður málið latið Fíggjarnevndini hjá býráðnum aftur til viðgerðar.

Guðrun & Guðrun hava í nøkur ár leigað húsið, sum kommunan keypti frá BankNordik. Smápartafelagið Guðrun & Guðrun vil halda fram í húsinum.

Býráðið samtykti at selja húsið fyri 2 mió.

Fyri einum mánað síðani samtykti býráðið eftir tilmæli frá Fíggjarnevndini at selja Guðrun & Guðrun húsið fyri tvær milliónir krónur.

Tað er treytað av, at undantaksloyvi fekst frá Kommunala eftirlitinum. Men Kommunala eftirlitið sigur nei. Húsið skal seljast í almennum útboði.

Kommunala eftirlitið gevur ikki undantak, tí í hesum førinum eru eingi serlig viðurskifti, sum tala fyri, at seljast kann uttan alment útboð.

Krav fer ikki at forða søluni óneyðugt

Heilsu- og Innlendismálaráðið, har Kommunala eftirlitið nú er, heldur ikki, at kravið um alment útboð fer at forða søluni óneyðugt.

Heldur ikki hava Guðrun & Guðrun so serligt tilknýti til húsið, at onnur ikki skulu hava møguleika at bjóða upp á tað, sigur Kommunala eftirlitið.

Tórshavnar býráð treytaði sær forkeypsrætt til húsið, ið stendur í gongugøtuni í Havn, um Guðrun & Guðrun ætlaðu at selja tað aftur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Týsdag 23. apríl
LEITISSTEIN 23.04.2024 (Óli Poulsen)
174142
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010