Nú hækkar útgjaldið úr Samhaldsfasta

Nú hækkar útgjaldið úr Samhaldsfasta
Á nýggjárinum hækkar útgjaldið úr Samhaldsfasta 100 krónur um mánaðin. Stýrið skal taka støðu til um útgjaldið skal hækka meira enn tað
Fólkapensjónistar fáa 3.110 krónur frá Samhaldsfasta í januar næsta ár, men síðani fara tey at fáa meira haðani sambært lógaruppskoti hjá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu
 
25.11.2015 - 13:42

Fólkapensjónistar fáa 3.110 krónur frá Samhaldsfasta í januar næsta ár, men síðani fara tey at fáa meira haðani sambært lógaruppskoti hjá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu.

Skotið verður upp, at stýrið fyri Samhaldsfasta kann hækka útgjaldið fyrst í 2016, hóast galdandi lóg sigur, at útgjaldið skuldi ásetast í seinasta lagi 1. oktober í ár.

Stýrið fær freist til 1. apríl 2016 at hækka útgjaldið í 2016. Inngjaldið í grunnin skal hækka eitt prosentstig, og tað kann geva 800 kr. afturat um mánaðin til hvønn fólkapensjónist, hevur Fíggjarmálaráðið roknað út.

Fundast aftur í morgin

Løntakarar skulu rinda hálvt prosentstig meira og arbeiðsgevarar hálvt prosentstig meira í Samhaldsfasta frá 1. januar. Hækkingin, sum stýrið ásetti fyri 2016, er 100 kr. um mánaðin.

Inngjaldið og útgjaldið skulu hækka, tí grundupphæddin í fólkapensjónini lækkar samsvarandi. Og lógarásetta inngjaldið til egna eftirløn hækkar ikki eitt prosent í 2016.

Stundir vóru heldur ikki at senda hetta lógaruppskotið til hoyringar. Stýrið fyri Samhaldsfasta hevur fund í morgin. Broytingarnar í lógini um grunnin eru á skránni fyri fundin, sigur formaðurin í stýrinum, Annfinn V. Hansen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010