Feløgini vilja sjálvi ráða

Feløgini vilja sjálvi ráða
Tað almenna eigur ikki at leggja seg út í, hvussu privatar fyritøkur seta sín starvsfólkahóp saman
Feløgini í Vinnuhúsinum halda ikki, tað almenna eigur at leggja seg út í, hvussu privatar fyritøkur manna leiðslur
 
27.11.2015 - 11:03

Tað siga feløgini í Vinnuhúsinum um ætlanina hjá landsstýrinum við lóg at áleggja stórum partafeløgum og feløgum, sum eru skrásett í keypsskála, at hava fleiri kvinnur í leiðsluni.

Stór partafeløg eru feløg, sum lúka tvær av trimum treyum, og treytirnar eru 143 milliónir krónur í javna, 286 milliónir krónur í nettoumseting og minst 250 fólk í fullum starvi.

SÍ EISINI Fleiri kvinnur í leiðslurnar í stórum partafeløgum

Vinnuhúsið sigur eisini, at kravið um politikk fyri kvinnur í leiðsluni fer at økja umsitingarligu byrðarnar hjá fyritøkunum. Vinnuhúsið mælir frá, at slíkur politikkur verður kravdur.

Sama sjónarmið er galdandi fyri kravið í ársroknskaparlógini um, at stórar fyritøkur skulu hava frágreiðing um samfelagsábyrgd. Fyritøkur, sum eru skrásettar á virðisbrævamarknaði, gera longu slíkar frágreiðingar, sigur Vinnuhúsið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819