Ráðið vil ikki hava tað sitandi á sær

Ráðið vil ikki hava tað sitandi á sær
Fíggjarmálaráðið vísir aftur, at ráðið hevur skyldina av, at sáttmálasamráðingarnar við Pedagogfelagið eru steðgaðar upp
Ráðið hevur ikki skyldina av, at sáttmálasamráðingarnar við Pedagogfelagið eru steðgaðar upp, sigur Fíggjarmálaráðið
 
27.11.2015 - 13:36

Í gjár boðaði Pedagogfelagið annars frá, at eingin semja er í eygsjón, og tí er í løtuni eingin orsøk at halda fram við samráðingunum.

Drúgva trætan millum Pedagogfelagið og Lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum um samsýningina til starvslærarar er vorðin partur av samráðingunum um ein nýggjan sáttmála. Trætan fekk longu í vár ta avleiðing, at 32 námsfrøðilesandi ikki sluppu í starvsvenjing.

- Boðini frá pedagogfelagnum geva eina skeiva mynd av støðuni. Tey lesandi sleppa ikki í starvslæru, ti Pedagogfelagið noktar sínum limum at átaka sær hesa uppgávuna. Tað er ikki Fíggjarmálaráðið, ið forðar fyri starvslæruni hjá teimum lesandi.

Pedagogfelagið hevur higartil ikki tikið av

Í tíðindaskrivi fyrrapartin sigur Fíggjarmálaráðið, at landsstýriskvinnan í fíggjarmálum hevur roynt at fáa Pedagogfelagið at steðga arbeiðsteðginum, í minsta lagi til samráðingarnar millum partarnar vóru lidnar.

Eisini sigur Fíggjarmálaráðið seg hava gingið við til munandi hækking av samsýningini til námsfrøðingar, sum hava starvslesandi. Men Pedagogfelagið hevur higartil ikki tikið av.

- Samráðingarnar hava gingið væl millum partarnar. Fíggjarmálaráðið heldur, at samráðingarnar skulu halda fram við samráðingarborðið, sigur ráðið í tíðindaskrivi fyrrapartin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584