Fara nú at royna at steðga flóttafólkastreyminum

Fara nú at royna at steðga flóttafólkastreyminum
ES og Turkaland hava gjørt eina semju um, at Turkaland skal royna at steðga teimum nógvu flóttafólkunum, sum ætla sær til Evropa
ES og Turkaland hava gjørt semju um at landið skal royna at steðga nógvu flóttafólkunum, ið ætla sær til Evropa
Mynd: Savnsmynd/AP  
 
30.11.2015 - 09:21

Afturfyri fær Turkaland í fyrstu syftu góðar 22 milliardir kr., og ES hevur eisini givið lyfti um, at farast skal undir aftur samráðingarnar við Turkaland um limaskap í ES.

Stígur hevur verið í teimum samráðingunum í fleiri ár. Forsetin í ES, Donald Tusk sigur, at talan er ikki um at útlisitera flóttafólkakreppuna, men í sama andadrátti segði hann, at ES væntar, at streymurin av flóttafólkum fer at minka.

ES og Turkaland hava í eina tíð samráðst um flóttafólkini, tí yvir tvær milliónir flóttafólk eru í Turkalandi, og roknast kann við, at nógv av teimum fara at seta kós ímóti Europa tá várið nærkast.

Tí skal ES rinda Turkalandi pengar, so flóttafólkini verða verandi í Turkalandi til tey sleppa heim aftur til Sýria.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Hósdag 18. apríl
Góðan morgun Føroyar
173889
Hósdag 18. apríl
Morgunlestur hósdagur 18. apríl 2024
173395
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691