Eingi skjøl um fráfaringaravtalu

Eingi skjøl um fráfaringaravtalu
Sambært Tórshavnar kommunu eru eingi skjøl í málinum, sum vísa, hví fyrrverandi leiðarin fyri eldraøkið fór frá við løn í meira enn hálvt ár
Tað eru eingi skjøl í málinum, sum vísa, hví Meta av Fløtum, fyrrverandi leiðari fyri eldraøkið í høvuðsstaðarkommununi, fór frá við løn í meira enn hálvt ár, sambært Tórshavnar Kommunu
 
28.12.2015 - 12:44

Fyrrverandi leiðarin fyri eldraøkið í Tórshavnar Kommunu fór úr starvi við fráfaringaravtalu, ið gevur henni løn til og við juni mánað næsta ár

18. november boðaði Tórshavnar Kommuna frá, at Meta av Fløtum var farin úr starvi. Einki varð tó sagt um orsøkina til, at leiðarin fór frá, bara eitt ár eftir at hon varð sett.

Kringvarpið spurdi um innlit

Eingin frágreiðing - bara ein fráfaringaravtala, ið fríttstillar leiðaran fyri størsta eldraøki í Føroyum úr sínum starvi, samstundis sum hon fær løn til og við juni mánað næsta ár.

Kringvarpið bað um innlit í málið, eftir at Tórshavnar Kommuna 18. november boðaði frá, at Meta av Fløtum "eftir avtalu" var farin úr starvi.

Meta av Fløtum hevði tá verið evsti leiðari í Heilsu- og umsorganartænastuni í Tórshavnar Kommunu í eitt gott ár, síðani 1. oktober 2014.

Vil ikki gera viðmerkingar sjálv

Talan er um eitt rættuliga stórt økið, sum er flutt frá landinum til átta samstarvsøki at umsita. Sambært Tórshavnar Kommunu er samlaða játtanin til økið, bara í Tórshavnar Kommunu, umleið 156 milliónir krónur, og har starvast okkurt um 600 fólk.

10. desember undirskrivaðu Meta av Fløtum og Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri í Tórshavnar Kommunu, fráfaringaravtaluna, ið varð gjørd í samráð við fakfelagið hjá leiðaranum, Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Í fráfaringaravaluni stendur einki um nakra orsøk til, at samstarvið heldur uppat. Hvørki Meta av Fløtum ella Jóan Petur Hentze vilja gera viðmerkingar til málið.

Ábendingar eru um orsøkina

Kringvarpið bað eisini um innlit í møguligar frágreiðingar, sum liggja til grund fyri fráfaringaravtaluni. Men svarið er stutt - ongar slíkar fyriliggja, sambært trivnaðarstjóranum.

Tað finst also einki skjalatilfar, sum lýsir orsøkina til at Tórshavnar Kommuna ger eina fráfaringaravtalu við evsta leiðaran fyri eldraøkið í kommununi, ið fór úr starvi hálvan november við løn fram til 1. juli næsta ár.

Okkurt bendir tó á, at fíggjarligu trupulleikarnir á eldraøkinum hava spælt ein leiklut. Herfyri kom fram, at okkurt um 12 milliónir krónur fara at mangla í á eldraøkinum hjá Tórshavnar Kommunu í ár.

Vil ikki siga so nógv um málið

Í tí sambandi segði Jóan Petur Hentze við Kringvarpið, at ein partur av hesum - umleið 4 milliónir krónur - stava frá, at kommunan hevur fingið færri pengar frá landinum enn uprunaliga lovað. Hinar átta milliónirnar stava frá, at raksturin er dýrari enn játtanin.

Spurdur um fíggjarliga hallið á eldraøkinum er orsøkin til, at Meta av Fløtum gevst í starvinum, sigur Jóan Petur Hentze, at tað er ikki bara hetta. Men meira vil hann ikki siga í málinum.

Fyri einum mánað síðani varð Súsanna Danielsen sett sum fyribilsleiðari í Heilsu- og umsorganartænastuni. Sambært kommununi skal hon vera fyribilsleiðari í fýra mánaðir, til nýggjur leiðari er settur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585