Kvóðu 14 kvæði til sjónvarpið

Kvóðu 14 kvæði til sjónvarpið
Hálvtannaðhundrað fólk kvóðu og dansaðu í Reinsarínum leygardagin, tá Kringvarpið gjørdi nýggjar sjónvarpsupptøkur
Kringvarpið gjørdi nýggjar upptøkur av føroyskum dansi leygardagin. Sí myndir frá upptøkunum í greinini her
Mynd: KvF  
 
28.01.2016 - 13:40

Annað árið á rað skipaðu Sláið Ring og Kringvarp Føroya fyri upptøkum til sjónvarpið. Tilsamans vórðu 14 kvæði, vísur og tættir tiknir upp. Ætlanin er at gera tríggjar sendingar, sum verða sendar seinri í ár.

Sí myndirnar niðanfyri

Seks feløg kvóðu og dansaðu. Tøkum Lætt og Dansifelag Kaggans fóru upp á gólv klokkan hálvgum eitt. Og kokkan var júst farin av seks, tá Eysturoyar Dansifelag endaði við Brókatátti. Hini feløgini, sum høvdu tikið av, vóru Ung í Dansi, Dansifelagið á Látrinum og Leikum Fagurt.

Eftir døgurða og hugnaløtu, sum Sláið Ring Andreas Sigurstein, formaður í Tøkum Lætt, skipaðu fyri, fóru feløgini upp á gólv í Reinsarínum. Fitt av fólki leitaðu sær oman í Tórsgøtu til almenna dansin.

Vóna tað verður fastur táttur

- Tiltakið eydnaðist stak væl. Nógv takkaðu fyri dagin, og søgdu seg vóna, at vit halda fram at savna dansifeløg ein dag um árið at kvøða og taka upp, siga Rasmus Joensen og Jóhann Mortensen.

Formaðurin í Sláið Ring og leiðslusamskipari í kringvarpinum skipaðu fyri degnum. Áðrenn dansifólkið fór oman í Reinsaríið at kvøða og dansa, savnaðust tey í Posthúskjallaranum til kaffi og súpan.

– Fólkinum dámdu sera væl at hitta kenningar og hita upp, áðrenn tey fóru upp á gólv, sigur Rasmus Joensen.

Elstu upptøkurnar eldri enn 50 ár

Rasmus og Jóhann vóna, at tað næsta ár eydnast at fáa suðroyingar, norðstreymoyingar, og kanska eisini nólsoyingar og velbastaðmenn við. Nólsoy og Velbastaður vóru áður – saman við Sumba – millum fremstu bygdir, tá tað snúði seg um føroyska dansin.

Nógvar av fyrstu upptøkunum hjá útvarpinum frá fimti- og sekstiárunum eru úr hesum bygdunum.

Á føstuinngangi fer sjónvarpið, sum siður er, at senda føroyskan dans. Talan er um vísur til brúðardans. Dansifelagið í Havn lat upptøkurnar gera í fjør. Kringvarpsmaðurin, Tórður Mikkelsen, tók myndir allan dagin og tær ber til at síggja her.

Myndir frá upptøkudegnum


















Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010