Ikki komin á listan - enn

Ikki komin á listan - enn
Annika Olsen stendur ikki á listanum við valevnum hjá Fólkaflokkinum til býráðsvalið í Havn í heyst
Tað hevur ljóðað, at Annika Olsen, sum herfyri fór upp í aftur Fólkaflokkin, skal vera borgarstjóravalevni hjá Fólkaflokkinum til býráðsvalið í Havn í november
 
19.02.2016 - 14:12

Havnar Framburðsfelag, sum er valfelagið hjá Fólkaflokkinum í Suðurstreymoy, hevði fyrsta uppstillingarfund til býráðsvalið í Havn í gjárkvøldið.

Sólvit Nolsøe, formaður í Havnar Framburðfelag, sigur, at Annika Olsen ikki er millum nøvnini á listanum enn.

Fólkaflokkurin skal hava tríggjar uppstillingarfundir áðrenn endaligi valevnislistin er liðugur og verður kunngjørdur.

SÍ EISINI Annika skal koppa Heðini

Tað hevur ljóðað, at Annika Olsen, sum herfyri fór upp í aftur Fólkaflokkin, skal vera borgarstjóravalevni hjá Fólkaflokkinum til býráðsvalið í Havn í november.

Annika Olsen sigur í dag við Útvarpið, at hon hevur ikki tikið støðu til um hon fer at stilla upp til býráðsvalið. Í løtuni hevur Fólkaflokkurin tvey umboð í Tórshavnar býráði.

Annika Olsen fekk 467 atkvøður í Tórshavnar kommunu á løgtingsvalinum 1. september. Næsti uppstillingarfundur hjá Havnar Framburðsfelag verður í mars.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (2:2)
172480
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172951
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584