Marius og Páll vunnu Quiztin

Marius og Páll vunnu Quiztin
Finalan í spurnarkappingini, Quizturin, endaði við, at Marius Rein og Pall Holm Johannesen vunnu 17-14 móti John Petersen og Símuni Joensen
 
27.02.2016 - 22:08

Spurnarkappingin varð send beinleiðis úr Reinsarínum í Havn, har heilt fitt av fólki hevði leitað sær inn at lurta. 

Páll Holm Johannesen og Marius Rein

Longu í fyrsta spurninginum, tí so kenda skipaspurninginum, løgdu Marius og Páll seg fram um John og Símun. Og sjálvt um verturin Gunnar Nolsøe royndi at vissa lurtarnar um, at ”spenningurin var í hásæti, og at enn var onki avgjørt”, so dragnaði bara meir og meir millum teir báðar og hinar báðar.
 

John Petersen og Símun Joensen

Men í seinasta umfarinum royndu John og Símun at satsa, og harvið vunnu teir sær nøkur stig.

So tað var eitt sindur av spenningi, tá ið dómarin Rudolf Joensen skuldi gera stigini upp. 
 

Dómarin Rudolf Joensen og útvarpsverturin Gunnar Nolsøe

Kappingin endaði við, at Marius Rein og Páll Holm Johannesen vunnu á John Petersen og Símuni Joensen við 17 stigum móti 14.
 

Tøkningarnir Kári Annand Berg og Dánjal Tavsen

Quisturin finalan verður send aftur í Kringvarpinum mikudagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585