Um 20 tímar: Nú byrjar House of Cards aftur

Um 20 tímar: Nú byrjar House of Cards aftur
Ein tann best umtókta sjónvarpsrøðin á Netflix byrjar nú aftur. Nýggir partar av House of Cards verða tøkir klokkan átta fríggjamorgunin
Fríggjamorgunin byrjar væl umtókta sjónvarpsrøðin House of Cards aftur. Netflix gevur nú nýggjar partar út
Mynd: Skíggjamynd/Netflix á YouTube  
 
03.03.2016 - 12:00

Ert tú ein av teimum, ið hevur bíðað í spenningi eftir nýggju pørtunum í House of Cards-sjónvarpsrøðini á Netflix, so kanst tú gleða teg nú.

Klokkan átta føroyska tíð – neyvt 8:01 – fríggjamorgunin eru 13 nýggir partar tøkir hjá Netflix. Sostatt kemur talið av pørtum upp í 52 tilsamans.

Greinin heldur fram niðanfyri

Brellbiti: House of Cards, Season 4, Official trailer

Tíðin er tann rætta. Nýggju partarnir av House of Cards koma samstundis sum farið verður undir endaspurtin í amerikanska forsetavalinum um átta mánaðir.

Tað er longu nú greitt, at røðin endar ikki við nýggju pørtunum, ið koma fríggjamorgunin. Netflix hevur boðað frá, at tey fara eisini at framleiða fimtu røðina av House of Cards.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652