Leigan er alt ov lág

Leigan er alt ov lág
Smyril Line skal rinda í mínsta lagi tvær ferðir so nógv í leigu fyri Sjóvinnuhúsið, sum ætlanin er, sigur Annfinn Brekkstein, limur í vinnunevndini
Smyril Line skal rinda munandi meira í leigu, sigur Annfinn Brekkstein, limur í vinnunevndini í Tórshavnar býráð, við Sosialin
 
21.03.2016 - 17:08

Sambært einum skjali, sum eftir øllum at døma av misgáum varð lagt fyri býráðsfundin hóskvøldið, skal Smyril Line leiga Sjóvinnuhúsið í 30 ár og rinda 3,3 milliónir kr. í leigu um árið.

Men fyrstu tvey árini verður leigan góða 1,6 milliónir krónur, og tvey tey seinastu árini verður hon slakar 1,2 milliónir kr. um árið. Heldur leigumálið fram, eftir at tey 30 árini eru farin, verður leigugjaldið aftur 3,3 milliónir kr. um árið.

SÍ EISINI Sjóvinnuhúsið leigast út í 30 ár

Annfinn Brekkstein sigur við Sosialin, at Sjóvinnuhúsið er 7.000 fermetrar til støddar, og í Havn er leigan fyri slíkar bygningar umleið 1.000 krónur fermeturin. Sostatt skal Smyril Line rinda í minsta lagi tvær ferðir so nógv, sum ætlanin er, sigur hann.

Annfinn Brekkstein sigur, at sleppur Smyril Line at leiga Sjóvinnuhúsið fyri hasa upphæddina, er tað beinleiðis kommununalur stuðul til eina einstaka fyritøku í kommununi, og tað er kappingaravlagandi, sigur hann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Mánadag 22. apríl
Norðurljóð 22.apríl 2022
174072
Mánadag 22. apríl
Útlit fyri enn einum rakári hjá Dan
174067
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964