Fyrstu nýggju grundstykkini í 30 ár

29.03.2016 - 09:10
AktueltSamfelag
Fyrstu nýggju grundstykkini í 30 ár
Nú fer aftur at bera til at fáa grundstykki í Kollafirði. Tórshavnar býráð fer at bjóða arbeiðið at gera grundstykki í Kollafirði byggibúgvin út
Arbeiðið at gera 24 nýggj grundstykki á Hamrabø í Kollafirði byggibúgvin verður nú boðið út
Mynd: © Google Earth (2009)  
 
 

Ein orsøk til, at eingi grundstykki hava verið í Kollafirði, er, at nógv av jørðini í Kollafirði er privatogn, sigur Tróndur Sigurðsson, formaður í byggi­- og býarskipanarnevndini, sambært in.fo

Tí hevur ikki verið so lætt at fáa fatur á byggilendi. Nýggja útstykkingin er á Hamrabø miðskeiðis í bygdini. 24 grundstykki verða í nýggju útstykkingini.

Tey, sum standa á bíðilistanum hjá kommununi eftir grundstykkjum, fáa framíhjárætt at ogna sær grundstykki í Kollafirði. Men grundstykkini, sum tá eru eftir, verða seld í fríari sølu.

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. mai
Hvítusunna
80888
Sunnudag 20. mai
Barnaheimið í Umanak 1(2)
80947
Leygardag 19. mai
Nú er leygardagur - 190518
81069
Leygardag 19. mai
Áðrenn Elvis - 170518
81068
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. mai
Andaktin
81074
Sunnudag 20. mai
Andaktin
81064
Sunnudag 20. mai
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
81081
Hósdag 17. mai
Sjúklingahotellið
80986
Mánadag 14. mai
3-2
80877