Halda lítið um frámælið

Halda lítið um frámælið
Tórshavnar kommuna heldur ikki, at landsstýriskvinnan eigur at taka grundgevingarnar í frámælinum um útbyggingina av havnarlagnum til eftirtektar
Niðurstøðan hjá Býarskipanarnevndini hjá landinum er í stóran mun bara bygd á almennu umrøðuna av málinum og ikki fakilig viðurskifti, heldur Tórshavnar kommuna
 
01.04.2016 - 12:36

Landsstýriskvinnan eigur at síggja burtur frá meginpartinum av grundgevingunum fyri frámælinum hjá Býarskipanarnevndini hjá landinum, um ikki at loyva Tórshavnar havn at byggja út.

Tað sigur Tórshavnar kommuna í svarinum til Innlendis- og heilsumálaráðið, eftir at Býarskipanarnevndin hjá landinum hevur mælt frá, at kommunan sleppur at byggja havnina út.

SÍ EISINI Mæla frá at bygt verður út

Kommunan heldur ikki, at niðurstøðan hjá Býarskipanarnevndini hjá landinum byggir á faklig, býarskipanarlig, umhvørvislig og tekninsk viðurskifti.

Tórshavnar kommuna heldur, at niðurstøðan í størstan mun er bygd á almennu umrøðuna av málinum, verður sagt í svarskrivinum.

Tórshavnar kommuna hevði freist til í dag at svara. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í kommunumálum, tekur endaligu avgerðina í málinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819