Fólkatalið í Suðuroynni minkaði 1,4%

Fólkatalið í Suðuroynni minkaði 1,4%
Fólkatalið í Suðuroynni er minkað síðsta árið. Størsta minkingin í oynni er í Tvøroyrar kommunu
Fólkatalið í Suðuroynni er minkað síðsta árið. Á Tvøroyri búgva nú 66 færri fólk enn fyri einum ári síðani
 
16.04.2016 - 15:34

Fólkatalið í Suðuroynni minkaði við 66 fólkum frá fyrsta mars 2015 til fyrsta mars 2016. Tað vísa tøl hjá Hagstovuni.

Í Tvøroyrar kommunu minkaði talið við 29 fólkum, í Vági við 18 fólkum, í Hvalba við 11 fólkum, í Hovi eru tey 8 færri, í Fámjin eru tey 5 færri og í Sumba eru tey trý fólk færri.

Hinvegin er fólkavøkstur í Porkeris kommunu, har búgva nú átta fólk fleiri. Til samans búgva 4577 fólk í Suðuroynni.

Meðan fólkavøksturin fyri allar Føroyar var 1,3% síðstu mánaðirnar, var minkingin í Suðuroynni 1,4% í tíðarskeiðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858