Afturberingin av lærlingalønini verður óbroytt

20.04.2016 - 08:11
AktueltPolitikkur
Afturberingin av lærlingalønini verður óbroytt
Tingið hevur felt eitt uppskot um at øll lærlingalønin skal endurrindast, meðan lærlingarnir eru í skúla
Mynd: Savnsmynd  
 
 

Tingið hevur felt uppskotið hjá Sambandsflokkinum, um at øll lærlingaløn verður endurrindað, meðan lærlingar eru í skúla, fyri at fáa fleiri lærlingar.

Skipanin skuldi sambært uppskotinum verða galdandi í góð fýra ár.

Meirilutin í mentanarnevndini segði, at undir viðgerðini í nevndini er komið fram, at átakið at hækka afturberingina úr 75 upp í 100 prosent fyri tíðina, tá lærlingurin er í skúla, ger einsamalt ongan mun, og eigur at verða partur av størri átaki. 

Hetta arbeiðið eigur at verða fyrireikað í samstarvi við vinnuna og partarnar á arbeiðsmarknaðinum. 

Landsstýriskvinnan hevur greitt frá, at arbeitt verður við at savna fleiri átøk, sum skulu styrkja útbúgvingarøkið. 

Minnilutin í mentanarnevndini, Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurinm, mælti tinginum til at samtykkja uppskotið frá Sambandsflokkinum. 

Tá atkvøtt varð við aðru viðgerð, vóru 10 atkvøður fyri og 11 ímóti, og uppskotið fall sostatt.

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. oktober
Hetjur í hæddunum
Mánadag 16. oktober
3-2
Sunnudag 15. oktober
Andaktin
Sunnudag 15. oktober
Møti úr Frelsunarherinum
Hósdag 12. oktober
Kendir føroyingar: Kjølbro