Vit fáa nýggja kommunuvallóg

bannari
Vit fáa nýggja kommunuvallóg
Nýggja lógin kemur í staðin fyri lógina frá 1972. Í minsta lagi 100 veljarar skulu vera á hvørjum valstaði
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevur lagt uppskot um nýggja kommunuvallóg fyri tingið
 
20.04.2016 - 07:50

Tá kommunustýrini skulu veljast 8.november í ár, verður tað eftir nýggjari vallóg.

Uppskotið um nýggja kommunuvallóg í staðin fyri lógina frá 1972 kom í løgtingið í gjár.

Mest eyðsýnda broytingin er, at neyðugt verður at leggja niður valstøð, tí ov fáir veljarar eru.

100 veljarar

Sambært lógaruppskotinum hjá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, er lágmarkið sett til 100 veljarar.

Vandin við valstøðum, har fáir veljarar eru, er, at illa ber til at velja loyniliga. 

Eru fáir veljarar, ber til at eyðmerkja atkvøðurnar.

Og verandi skipan við ongum lágmarki tryggjar ikki loyniliga atkvøðugreiðslu, tí nógv valstøð hava fáar veljarar. Á okkurt um triðja hvørjum valstaði eru færri enn hálvthundrað veljarar.

Ov lítil javnstøða

Í sambandi við nýggju kommunuvallógina mælti Demokratia til at seta í lógina, at javnstøða millum kvinnur og menn skal vera á listunum til kommunuval í einari royndartíð, sum er tvey ella trý valskeið.

Men Innlendismálaráðið sigur í viðmerkingunum um lógaruppskotið, at tað var ikki partur av lógararbeiðinum at taka støðu til, hvussu javnstøðan í kommunustýrunum er og um lóggevast skal um hana.

Á kommunuvalinum í 2012 vóru 35 prosent av teimum uppstillaðu kvinnur. Kvinnur fingu tá 28 prosent av atkvøðunum.

Í fýra av 30 kommunustýrum í Føroyum er eingin kvinna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584