Flogbóltslandsliðið úttikið

Flogbóltslandsliðið úttikið
 
26.04.2016 - 15:10

Føroyska manslandsliðið í flogbólti er úttikið. Liðið skal spæla HM/EM undankapping í døgunum 12. til 16 mai í Luksemburg.

Liðið hevur havt fleiri venjingar um vikuskiftið, og úrslitið gjørdist millum annað, at onkur fyrrverandi landsliðsleikari aftur er á liðnum, eftir steðg í eina tíð.

Talan er um Rúna Weihe, sum fyrr hevur verið ein av berandi kreftunum á liðnum – men tá var tað meira sum álopsleikari. Rúni Weihe er nú úttikin sum libero til kappingina í mai.

Hann spældi fleiri ár í fremstu deildini í Norra við BK-Tromsø.  

Á landsliðnum eru eisini ársins blokkleikari Suni Juul Pedersen úr SÍ, og ársins stjørnuskot Jóhan Arne Eliasson Wang úr Fleyr ,umframt at ársins álopsleikari og ársins leikari Trygvi Hansen, Ternan, er við á liðnum.

Hini liðini í kappingin eru Luxemburg og Norðurírland. Kravið til liðið - um tað skal koma víðari til annað umfar - er eitt annað pláss í kappingini.

Hópurin:

1 Rasmus Mortensen Potts, diagonalur, Fleyr

2 Steffan Rosenlund Olsen, kantur, Mjølnir

3 Rúni Weihe, libero, ÍF

4 Jón Joensen, kantur, SÍ

5 Oskar í Haraldstovu Weihe, diagonal, SÍ

6 Thorvald Danielsen, hevari, Randers Novo

7 Niels Niclasen, hevari, Fleyr

8 Uni Jacobsen, kantur, Fleyr

9 Dávið Hentze, libero, Fleyr

10 Trygvi Hansen, kantur, Ternan

11 Suni Juul Pedersen, miðja, SÍ

12 Jóhan Arne Eliasson Wang, miðja, Fleyr

13 Kasper Lorenzen, miðja, SÍ

14 Bjarki Enni, kantur, Amager VK

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584