Sleppa ikki inn um 12 fjórðingamarkið

29.04.2016 - 09:25
AktueltPolitikkur
Sleppa ikki inn um 12 fjórðingamarkið
Skip og bátar hjá Sea Shepherd sleppa ikki longur í føroyskan sjógv innan fyri 12 fjórðingar
Slík skip sleppa heldur ikki í ytra sjóøkið hjá Føroyum, - ikki so frægt sum at sigla gjøgnum tað
 

Kunngerðin, sum skal steðga teimum úti til havs, er komin í gildi.

Sambært kunngerðini kann landsstýrismaðurin í vinnumálum seta skipum undir útlendskum flaggi forboð fyri at koma inn-um grundlinjurnar, inn í innara føroyska sjóøkið.

Tað verður gjørt fyri at fyribyrgja óskili og vanda á sjónum í sambandi við til dømis grindarakstur.

Órógva lógligt virksemi

Kunngerðin er eisini galdandi fyri skip, sum fólk og felagsskapir eiga, sum longu hava víst, at tey órógva lógligt virksemi í føroyskum sjógvi. Slík skip sleppa heldur ikki í ytra sjóøkið hjá Føroyum, - ikki so frægt sum at sigla gjøgnum tað. 

Innara sjóøkið er økið landmegin grundlinjuna, ytra sjóøkið er økið frá grundlinjuni út á 12 fjórðingar.

Kunngerðin er ikki galdandi fyri skip ella bátar, sum eru í neyð. Kunngerðin hevur heimild í lógini um trygd á sjónum.

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Tíðindafundur og Dagur og vika
111992
Hósdag 30. juli
Midnáttarsangur
111814
Mikudag 29. juli
Upp á gólv
111810
Mikudag 29. juli
Á ólavsøku 2:2
111809
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett
111807