Fleiri kvinnur enn prestar í tjóðartinginum

Fleiri kvinnur enn prestar í tjóðartinginum
Tá nývalda iranska tjóðartingið kemur saman, verða fleiri kvinnur enn prestar í tinginum. Talan er um eina søguliga hending í Iran
Iranski forsetin, Hassan Rouhani, hevur grund til at smílast. Flokkurin hjá honum sigraði á valinum í Iran fríggjadagin. Nú eru 18 kvinnur í iranska tjóðartinginum og tað er tvær ferðir so nógvar sum frammanundan
Mynd: AP  
 
02.05.2016 - 11:32

Talan er um ein sigur hjá hóvliga forsetanum, Hassan Rouhani, at fólk heldur velja kvinnur enn víðgongdar prestar í tjóðartingið. Nú eru 18 kvinnur í iranska tjóðartinginum og tað er tvær ferðir so nógvar sum frammanundan.

Hóast tað eftir vesturlendskari meting ikki er serliga nógv, at 18 av teimum 290 umboðunum eru kvinnur, so er talan um stóra broyting í Iran.

Søguligt valúrslit

Ongantíð síðani 1979, tá islamska prestastýrið kom til valdið, eru so nógvar kvinnur valdar í tingið. Tá fyrsta valið var eftir kollveltingina í 1979, vórðu 164 prestar valdir, nú vóru bert 16 valdir í tjóðartingið.

Valið prógvaði samstundis, at harðrendu polittikararnir ikki eru eins væl umtóktir í Iran sum teir hava verið, og fyri hvørt val fækkar talið av teimum harðrendu, sum ikki vilja vita av samstarvi við vesturheimin, samstundis sum talið á teimum sum vilja samstarva við vesturheimin økist.

Allar níggju kvinnurnar sum hava mannað tjóðartingið seinastu árini, eru mettar at vera konservativar. Eingin av teimum varð vald aftur, og allar tær 18, sum nú eru valdar, hoyra til hóvliga veingin hjá forsetanum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010