Oljuprísurin fellur aftur

Oljuprísurin fellur aftur
Oljuprísurin lækkar aftur í dag, eftir at tað um vikuskiftið kom fram, at londini í OPEC selja so nógva olju sum tey ikki hava gjørt í nógv ár
Oljuprísurin lækkar aftur í dag. Ein tunna av olju úr Norðsjónum verður í morgun seld fyri slakar 47 dollarar, ein dollara minni enn seinnapartin fríggjadagin
 
02.05.2016 - 09:35

Ein uppgerð hjá Bloomberg vísir, at londini í OPEC seldu 484.000 tunnur av olju meir enn tey skuldu í apríl. So nógva olju hava londini ikki selt síðani í 1989.

Samstundis hækkaði oljuprísurin við 20 prosentum í apríl, og so nógv er prísurin ikki hækkaður ein einstakan mánað í meir enn eitt ár.

SÍ EISINI OPEC: Oljuprísurin fer at hækka aftur

Ein tunna av olju úr Norðsjónum verður í morgun seld fyri slakar 47 dollarar, ein dollara minni enn seinnapartin fríggjadagin.

Eisini amerikanska oljan er lækkað nakað í prísi, og verður í morgun seld fyri millum 45 og 46 dollarar fyri tunnuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652