231 bilar missa nummarpláturnar

231 bilar missa nummarpláturnar
Løgreglan klippir nú aftur nummarplátur av bilum um alt landið. Flestu bilarnir, sum nú missa nummarpláturnar, eru í Eysturoy
Løgreglan hevur verið úti og klipt nummarplátur av bilum, hvørs eigari ikki hevur rindað vegskatt ella trygging, ella ikki er møttur til sýn við bilunum
 
04.05.2016 - 12:22

Akstovan hevur sent løgregluni 231 mál um bileigarar, sum ikki hava goldið vegskatt ella trygging, ella ikki hava verið til sýn við bilinum í apríl.

Løgreglan hevur verið úti og klipt nummarplátur av bilum, hvørs eigari ikki hevur rindað vegskatt ella trygging, ella ikki er møttur til sýn við bilunum.

Býtt yvir landið er talan um 44 nummarplátur, sum skulu takast í Streymoynni og Sandoynni. 107 í Eysturoynni, 62 í Norðuroyggjum. 3 í Suðuri og 18 í Vágum.

Kanna eisini um fólk koyra við píkum

Í gjár vórðu nummarplátur á 15 bilum kliptar í Suðurstreymi, og í nátt 14. Í Eysturoynni og Norðoyggjum vóru klipt seks sett av nummarplátum, sigur Jan Hermansen, vaktleiðari á politistøðini í Havn.

Løgreglan gjørdi í gjár eisini serlig átak í sambandi við at nú er ikki loyvt at koyra við píkadekkum. Men til gleði fyri løgregluna, varð eingin tikin fyri at koyra við píkum, sigur Jan Hermansen.

Hinvegin fekk ein bilførari í Havn ígjár klipp í koyrikortið, tí at hann koyrdi við einum barni í bilinum, sum ikki sat íbundið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Jambalaja 200424
173993
Leygardag 20. apríl
Upp á tá - 190424
173986
Leygardag 20. apríl
Vikan 20.apríl 2024
173982
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887