Søkja eftir lærarum til smærru skúlarnar

Søkja eftir lærarum til smærru skúlarnar
Mentamálaráðið søkir nú eftir lærarum til tríggjar av teimum smærru skúlunum í Føroyum
Mentamálaráðið søkir í løtuni eftir trimum lærarum, ið allir koma at starvast einsamallir, til skúlarnar í Svínoy, Fámjin og Haraldssundi
 
05.05.2016 - 16:12

Í løtuni verður søkt eftir útoyggjalærara til skúlan í Svínoy og eftir einalærarum til skúlarnar í Fámjin og Haraldssundi.

Felags fyri allar starvslýsingarnar hjá Mentamálaráðnum er, at fólkini, sum verða sett í tey trý størvini, koma at starvast heilt einsamøll.

Teir tríggir lærararnir verða tískil bæði leiðari og somuleiðis einasti lærarin á trimum trimum skúlunum.

Kunnu seta fólk, ið ikki eru útbúgvin, í størvini

Søkir eingin lærari størvini í Svínoy, Fámjin og Haraldssundi, kann Mentamálaráðið seta fólk, sum ikki hava læraraútbúgving, í størvini.

Lønin fyri at vera útoyggja- og einalærari er úr 29.000 krónum upp í slakar 33.600 krónur um mánaðin, alt eftir arbeiðsroyndum frammanundan.

Tey trý lærarastørvini eru tíðaravmarkað, og skulu tí lýsast leys aftur um eitt ár sambært starvslýsingunum hjá Mentamálaráðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819