Skattainntøkan í Kvívík vaksin 11 prosent

Skattainntøkan í Kvívík vaksin 11 prosent
Seks grundstykki er seld, og nógv standa á bíðilista at fáa grundstykki í Kvívík
 
20.05.2016 - 10:28

Góða gongdin í Kvívíkar kommunu heldur fram.

Skattainntøkan hjá kommuni veksur støðugt, og í ár eru 10,67 prosent meira komin inn í skatti samett við í fjør.

Kommunan skrivar á síni heimasíðu, at fleiri ung pør hava sett búgv í Kvívík. 

Í fjør vórðu seks grundstykki sett til sølu, og tey vórðu seld stutt eftir. Kommunan arbeiðir við at útvega fleiri grundstykkir. Nógv standa á bíðilista at fáa grundstykki í Kvívík.

Í Leynum eru grundstykki tøk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819