Flogbóltskvinnurnar fyrireika seg

Flogbóltskvinnurnar fyrireika seg
EM-kappingin í flogbólti byrjar mánadagin
 
21.05.2016 - 11:50

Føroyska kvinnulandsliðið í flogbólti fór fyri løtu síðani (kl.12.15) undir seinastu venjingina uppundir EM-kappingina, sum byrjar mánadagin.

Liðið venur í høllini í Kollafirði, sum hevur verið fastur venjingarstaður til HM og EM-kappingina.

Liðið er nú fullmannað, eftir at fýra teir seinastu leikararnir komu til landið í gjár.

Venjarar hjá kvinnulandsliðnum í flogbólti eru Jóhan Petur á Stongum og Kristian Mikkelsen.

Í morgin flytir kvinnulandsliðið á Hotel Føroyar, har tær skulu búgva meðan EM-kappingin er.

Hini liðini sum vera við í kappingini eru: Kypros, Liktinstein og Írland, sum koma til Føroya í morgin, og sum eisini skulu búgva á Hotel Føroyum.

EM-kappingin byrjar mánadagin, og kl. 20 mánakvøldið skulu kvinnurnar møta Írlandi í fyrsta dystinum, sum verður í Høllini á Hálsi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858