Grikkaland lænir uppaftur meiri pening

Grikkaland lænir uppaftur meiri pening
Fíggjarmálaráðharrarnir í evrulondunum samdust í nátt um at geva Grikkalandi eitt lán uppá 10,3 milliardir evrur
 
25.05.2016 - 11:53

Altjóða Valutagrunnurin, IMF, er eisini við í avtaluni. Londini samdust um lánið, eftir at hava samráðst í 11 tímar.

Útgjaldið er ein partur av einum láni sum er til samans 86 milliardir evrur, áleið 500 milliardir krónur.

Landið stóran tørv á peningi

Grikkaland hevur stóran tørv á pengunum, tí í juli skal landið rinda tríggjar milliardir evrur av einum láni, sum landið fyrr hevur fingið.

Samstundis hevur Grikkaland ilt við at rinda alment settum starvsfólkum løn. Eftir semjuni skal Grikkaland fáa 7,5 milliardir evrur í juni og 2,5 milliardir evrur í september.

Grikska tjóðartingið hevur samtykt fleiri uppskot sum gera tað torførari hjá fólki at liva, men hóast tað, so fær landið einki gjørt uttan hjálp frá hinum evrulondunum og frá IMF.

Mugu fáa lagaligar afturgjaldstreytir

Grikska skuldin er 180 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni og tað kann landið ikki liva við, heldur Altjóða Valutagrunnurin, IMF.

IMF hevur ført fram, at við verandi gongd kann skuldin hjá Grikkalandi hækka uppí 260 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni í 2060, og tað kann eingin liva við, hvørki Grikkaland ella Europa, sigur IMF.

Tí er neyðugt hjá grikkum at fáa lagaligari afturgjaldstíð og rentan á lánunum má lækka. Hvussu støðan á tí økinum er, er ikki greitt eftir fundin sum endaði í nátt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851