Tryggingarviðurskiftini fingin í rættlag

Tryggingarviðurskiftini fingin í rættlag
Sjálvboðin bjargingarfólk á landi og á sjógvi eru nú tryggjað. Virksemið hjá bjargingarfeløgunum byrjar tí aftur
Mynd: Privatmynd/Kim Clementsen  
 
27.05.2016 - 07:13

Landsfelagið fyri bjargingarfeløg hevur fingið nýggja trygging, boðaði felagið frá í tíðindaskrivi hósdagin. Trygd og Landsfelagið undirskrivaðu í gjár avtalu, sum merkir, at sjálvboðin bjargingarfólk eru nóg væl tryggjað, tá tey virka í føroysku tilbúgvingini.

Tryggingaravtalan sigur, at sjálvboðin bjargingarfólk, sum eru skrásett í einum bjargingarfelagi og fáa skaða í átøkum á landi ella á sjógvi, ikki skulu missa inntøku, tí tey gerast óarbeiðsfør av skaðanum.

Treytin fyri endurgjaldi er, at arbeiðsskaðatryggingarlógin er galdandi fyri skadda bjargingarfólkið. Formaðurin í Landsfelagnum, Regin Jespersen, sigur, at tey hava fingið eina góða tryggingaravtalu.

SÍ EISINI Mist tolið: bjargingarbáturin Lív lagdur

Landsfelagið hevur arbeitt saman við Fiskimálaráðnum og ráðført seg við felagið Tiljar um tryggingaravtaluna. Tryggingaravtalan skal endurskoðast í heyst. Tá verður virksemið hjá bjargingarfeløgunum eisini formfest við góðskuskipan.

Eisini skal yvirskipaða samstarvið millum Landsfelagið og Fiskimálaráðið dagførast. Tann 7. november í fjør varð bjargingarbáturin Lív hjá Havnar bjargingarfelag lagdur.

Ein kvinna fekk skaða umborð, men eingin trygging tók við. 13.november steðgaðu feløgini, sum eru í Landsfelagnum fyri bjargingarfeløg, øllum virkseminum, tí tryggingarviðurskiftini hjá teimum sjálvbodnu, sum arbeiða fyri feløgini, vóru so ógreið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
Góðan morgun Føroyar
173889
Hósdag 18. apríl
Morgunlestur hósdagur 18. apríl 2024
173395
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Mikudag 17. apríl
Skratsj 17. apríl 2024
173859
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691