106 milliónir krónur til danska kongshúsið

106 milliónir krónur til danska kongshúsið
Árliga gjaldið, sum danska stjórnin letur kongshúsinum í ár, er kunngjørt á kongehuset.dk og á fíggjarlógini
 
29.05.2016 - 13:59

Tey liva væl í danska kongshúsinum. Margreta drotning fær 79 milliónir í 2016, og maður hennara, Heindrikur prinsur, fær 10 prosent av tí upphæddini, ið er umleið átta milliónir krónur.

Peningurin til drotningarhjúnini skal brúkast til at røkja ognir, fyrisiting og til privat endamál. Fríðrikur krúnprinsur fær 19,6 milliónir, av tí fær konan Mary, tvær milliónir. Joakim prinsur fær hálvafjórðu millión.

Men tað er ikki ásett í lógini, at kona hansara, Marie, skal hava eitt árligt gjald av upphæddini. Fyrrverandi kona Joakim fær tó framvegis ein part av játtanini til kongshúsið. Alexsandra fær 2,3 milliónir í 2016.

Samanlagt fær kongsfamiljan 106 milliónir krónur í 2016. Eingin teirra rindar inntøkuskatt av upphæddini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012