Albania biður Svøríki um hjálp

Albania biður Svøríki um hjálp
Svøríki hevur gott orð á sær á altjóða pallinum, og landið er kent fyri at fremja broytingar. Stjórnin í Albania vil lyfta landið uppá altjóða støði
Gøran Persson skal hjálpa stjørnini í Albania at fáa landið uppá altjóða støði
Mynd: Mynd: Tomas Oneborg/TT  
 
29.05.2016 - 12:39

Fyrrverandi svenski forsætisráðharrin, Gøran Persson, skal standa á odda fyri einum íleggingarbólki, sum stjórnin í Albania fer at skipa fyri at fáa gongd á framburðin í Albania, og so at landið kann koma á hædd við onnur lond í Europa.

Tað var forsætisráðharrin í Albania, Edi Rama, sum boðaði frá avgerðini. Hann segði, at fleiri umboð fyri svenska vinnulívið skulu manna bólkin. - Svøríki hevur gott orð á sær á altjóða pallinum, og landið er kent fyri at fremja broytingar. Svenski ídnaðurin er kappingarførur á heimsmarknaðinum, og svenski búskapurin er væl fyri. Albania má halda fram við broytingunum og skapa sær eitt gott umdømi í heiminum, sigur albanski forsætisráðharrin í eini fráboðan.

Gøran Persson sigur, at bólkurin skal standa á odda fyri at broyta Albania, so landið verður á hædd við onnur lond í Europa. - Undir eini vitjan í Albania, gjørdust vit ovfarin av viljanum hjá Albania at gerast eitt framkomið land í Europa, so landið kann økja inntøkurnar til gagns fyri fólkið, sigur Gøran Persson við blaðið, Dagens Næringsliv.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585