Mótstøðu- og viðhaldsfólk hjá Donald Trump bardust

Mótstøðu- og viðhaldsfólk hjá Donald Trump bardust
Bardagar hava verið í San Diego í Kalifornia millum mótstøðufólk og viðhaldsfólk hjá amerikanska forsetavalevninum Donald Trump
Orka ikki fyri Donald Trump og hansara trongskygdu, hatursløddu og rasistisku útsagnum
Mynd: bbc.com  
 
29.05.2016 - 12:27

Løgreglan hevði sett bann fyri, at fólk savnaðust uttan fyri høllina, har Donald Trump var komin at halda røðu áðrenn undanvalið í Kalifornia 7. juni, men fólk steinaðu og grýttu fløskur, og 35 fólk vóru handtikin í ófriðinum.

Eftir fundin, helt ófriðurin fram inni í býnum, og stríðsklæddir politistar í hópatali royndu at skilja viðhaldsfólk og mótstøðufólk hjá republikanska forsetavalevninum sundur.

Ikki av tilvild

Tað er neyvan av tilvild, at ófriður var, tí býurin San Diego er stutt frá meksikomarkinum, og Donald Trump hevur lovað, at verður hann amerikanskur forseti, fer hann at byggja ein múr millum USA og Meksiko, so meksikanarar ikki longur sleppa norður um markið.

Meksikanarar í milliónatali eru í áravís komnir ólógliga til USA, og amerikanskir politikarar eru ósamdir um annaðhvørt teir skulu geva meksikanarunum uppihaldsloyvi í USA ella ikki.

Ein triðingur av fólkinum í San Diego er úr Miðamerika og eitt mótmælisfólk, Martha McPhail, segði: Eg klári ikki Donald Trump og hansara trongskygdu, hatursløddu og rasistisku útsagnir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652