Ferðafólk skulu fáa gestavápnaprógv

Ferðafólk skulu fáa gestavápnaprógv
Ferðafólk, sum vitja í Føroyum, eiga fáa gestavápnaprógv, heldur Ferðavinnufelagið, ið hevur havt kunngerðina um vápnaprógv til hoyringar
 
30.05.2016 - 08:28

Umhvørvisstovan eigur at undangóðkenna vápnatrygdarskeið í londum, haðani flestu ferðafólk koma til Føroya, so teimum ikki nýtist at søkja um gestavápnaprógv í Føroyum. Tað heldur Ferðavinnufelagið, sum hevur havt kunngerðina um vápnaprógv til hoyringar.

Sambært uppskotinum um kunngerð, skulu fólk, sum ikki hava fastan bústað í Føroyum, kunna søkja Umhvørvisstovuna um gestavápnaprógv, um tey hava gildugt vápnaprógv frá sínum heimlandi.

Skal vera galdandi í tríggjar mánaðir

Kravið er tó, at vápnatrygdarskeiðið, tey hava staðið, er á minst líka høgum stigi sum føroyska vápnatrygdarskeiðið. Eitt gestavápnaprógv er galdandi í tríggjar mánaðir.

Fyri at sleppa hesum fólkum undan at skulu søkja um gestavápnaprógv í Føroyum eigur Umhvørvisstovan at undangóðkenna útlendsk vápnatrygdarskeið, sum eru í londum, haðani vit fáa flestu ferðafólkini, sigur Ferðavinnufelagið.

Gestavápnaprógvið kann so brúkast, tá útlendska vápnatrygdarskeiðið ikki er undangóðkent í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851