Íslendskur ráðharri vitjar

Íslendskur ráðharri vitjar
Íslendski mentamálaráðharrin, Illugi Gunnarsson, vitjar mentanarstovnar, skúlar og eina útoyggj, nú hann kemur á vitjan
Íslendski mentamálaráðharrin, Illugi Gunnarsson, er á almennari vitjan í Føroyum í dag og í morgin
 
30.05.2016 - 08:10

Íslendski mentamálaráðharrin, Illugi Gunnarsson, er á almennari vitjan í Føroyum í dag og í morgin.

Í dag vitjar ráðharrin Mentamálaráðið, Dagstovnin á Hamrinum, Skúlan á Argjahamri, Glasir í Marknagili, Norðurlandahúsið, Kringvarpið, Listasavnið og Tinganes.

Í morgin verður farið út í Koltur við tyrlu og síðani í Vágoy, har sum vitjað verður í dagsstovninum Miðgarði í Miðvági.

Føroyski ráðharrin vitjaði í fjør

Rigmor Dam, landsstýriskvinna, er vertur hjá íslendska mentamálaráðharranum. Rigmor Dam var á almennari vitjan í Íslandi í fjør heyst.

Har fekk hon hópin av íblástri, sigur hon, eitt nú um eitt fyrimyndarligt landsumfatandi átak um málsliga menning hjá børnum.

Illugi Gunnarsson varð valdur í Altingið í 2007. Hann var formaður í tingbólkinum hjá Sjálfstæðisflokkinum, til hann gjørdist ráðharri fyri trimum árum síðani.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimti sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012