Ymiskar avgerðir um kærufreist

Ymiskar avgerðir um kærufreist
Skatta- og avgjaldskærunevndin góðtekur viðhvørt, at kærufreistin er farin, og viðhvørt ikki, tá kærur koma
 
30.05.2016 - 10:02

Eitt smápartafelag kærdi avgerðina hjá TAKS um at hækka meirvirðisgjaldið hjá felagnum 650.000 kr. Hetta kundi felagið undir ongum umstøðum góðtaka og kærdi tí avgerðina hjá TAKS.

TAKS ætlar at senda felagið í Skiftirættin, um TAKS ikki fær peningin. Felagið hevur ikki peningin til at gjalda eina slíka óvanliga rokning, stendur í kæruni.

Skatta- og avgjaldskærunevndin viðgjørdi ikki kæruna, tí hon kom 26 dagar ov seint. Nevndin helt ikki grundarlag vera fyri at víkja frá kærufreistini.

Kæra, ið kom ov seint, varð viðgjørd

Men ein onnur kæra, sum eisini kom ov seint, verður viðgjørd. Kært varð um eina avgerð hjá TAKS um, at ov lítið er goldið í eftirløn í Føroyum.

Tann, sum kærdi, sigur, at hann eigur ikki at gjalda inn til eftirløn í Føroyum. Hendan kæran kom 25 dagar ov seint, men hon verður kortini viðgjørd.

Tað ger hon, tí Kærunevndin sigur, at avgerðin hjá TAKS er illa grundgivin og ófullfíggjað. Ikki sæst, hvussu TAKS er komið fram til gjaldsskyldugu upphæddina í eftirlønini.

Eingin lógarásett heimild er í eftirlønarlógini at gera frávik frá kærufreistini. Men eftir vanligum fyrisitingarligum reglum kann frávik loyvast, um fullgóðar grundgevingar eru fyri tí. Kærarin sigur, at hann sá ikki avgerðina hjá TAKS, fyrr enn kærufreistin var farin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585