Fuglafjarðar kommuna nýtt býráðshús

Fuglafjarðar kommuna nýtt býráðshús
Býraðið í Fuglafirði hevur einmælt samtykt at byggja nýtt býráðshús. Fimm býráðslimir mæltu til fyri einum mánaði síðani at byggja býráðshús
 
20.06.2016 - 08:01

Tekniska deild hjá kommununi skal nú útvega tekningar og kostnaðarmeting. Nær býráðshúsið verður bygt, er ikki avgjørt.

Sambært uppskotinum hjá teimum fimm býráðslimunum skal nýtt býráðshús byggjast í miðbýnum, tá tíðin er komin til hetta, sum tað stendur í uppskotinum.

Vinnan hevur eisini byggiætlanir í Fuglafirði

P/f Sandgrevstur hevur fingið treytað loyvi at byggja goymslu millum Arbeiðsmannafelagshúsið og bygningin hjá Vónini, sum Framherji nú eigur.

Ein treyt hjá býráðnum er, at Arbeiðsmannafelagið sum granni verður hoyrt, og tey, sum missa útsýnið, verða kunnað, áðrenn byggiloyvið verður givið.

Býráðið heitir eisini á Sandgrevstur um ikki at byggja hægri enn neyðugt. Býráðið í Fuglafirði hevur eisini samtykt at geva P/f Vónini treytað byggiloyvi til trolvirki á Enni.

Byggiloyvið verður skrivað, tá kommunan fær tekningar og verkætlan frá Vónini, sum Tekniska deild hjá býráðnum kann góðtaka.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584