Fáa minni fyri hýsuna

Fáa minni fyri hýsuna
Hóast meira hýsa er fiskað í ár enn í fjør, er virðið á henni minni enn í fjør. Higartil er fiskað 15 prosent meira hýsa í ár
Skipini, sum fiska hýsu, fingu minni fyri hana enn í fjør. Virðið er átta prosent minni enn í fjør
 
27.06.2016 - 08:14

Tað vísa tøl hjá Hagstovu Føroya. Men hýsan er seld fyri góða hálva triðju millión minni í ár. Virðið er átta prosent minni enn í fjør.

Sambært tølunum hjá Hagstovu Føroya var miðalprísurin til 1. juni í fjør 17,00 krónur fyri hýsuna. Í ár er hann bara 13,60 kr. fyri kilo.

Toskaprísurin tann sami

Tonsatalið er trý prosent minni í ár, og tað er virðið eisini. Upsaveiðan er 14 prosent størri higartil í ár enn í fjør. Men virðið er ikki vaksið líka nógv, tað er sjey prosent størri enn í fjør.

Til 1. juni í ár vórðu avreidd 30.000 tons av feskfiski í Føroyum, fýra prosent meira enn í fjør.

Uppsjóvarfiskur er ikki við í talinum. Virði á fiskinum var 342,4 milliónir krónur, eitt prosent meira enn í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964