Lægsta tilboðið 273 milliónir krónur

Lægsta tilboðið 273 milliónir krónur
Byggifyritøkan MT Højgaard Føroyar hevur lægsta tilboðið at byggja Skúlan á Fløtum í Havn. Fyritøkan bjóðar sær at byggja skúlan fyri 273 milliónir
 
01.07.2016 - 12:28

TG-Verk hevði næstlægsta tilboðið. TG-Verk kann byggja skúlan fyri 276 milliónir krónur. Triðja tilboðið er frá Articon og Búsetur, sum í felag bjóða sær til at byggja Skúlan á Fløtum fyri stívliga 294 milliónir krónur.

Trý feløg ella samtøk vórðu herfyri undangóðkend til at bjóða uppá verkætlanina í innbodnari licitatión. Lægsta tilboðið, ið sum nevnt er frá MT Højgaard Føroyar, er 25 milliónir krónur dýrari enn kostnaðarmetingin.

Tórshavnar Kommuna roknaði við at arbeiðið fór at kosta smáar 248 milliónir krónur. Nú verða innkomnu tilboðini granskað, áðrenn politisk støða skal takast til, hvør fær arbeiðið.

Byggjast í trimum byggistigum

Skúlin á Fløtum verður 11.600 fermetrar til víddar. Skúlin verður trý-sporaður frá 0. til 7.flokk, og harumframt verða fimm spor í 8. og 9. flokki. 850 næmingar fara at ganga í Skúlanum á Fløtum, og starvsfólkini vera 100 í tali.

Skúlin verður bygdur í trimum byggistigum. Sambært tíðarætlanini verður fyrsta byggistig liðugt í juli 2018, og tá flytur miðdeildin (4.- 6. flokk) inn í skúlan.

Annað byggistig er til hádeildina (7.-9. flokk), og tað verður liðugt í juli 2019 og fevnir eisini um eina ítróttahøll. Í juli 2020 verður triðja byggistig liðugt, og tá flytur grunddeildin (forskúli-3. flokk og frítíðarskúli) inn í skúlan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819