Kinkur komin í ætlanina

Kinkur komin í ætlanina
Ongin fundur hevur enn verið millum foreldrabólkin í Sankta Frans skúla og borgarstjóran í Tórshavnar kommunu, Heðin Mortensen
Foreldrabólkurin, ið stríðist fyri framhaldsdeild í Sankta Frans skúla, hevur enn ikki frætt frá borgarstjóranum, sum tey vildu hava ein fund við
 
22.07.2016 - 15:44

Foreldrabólkurin, sum stríðist fyri framhaldsdeild í Sankta Frans skúla, bað fyri einum mánaði síðani um fund við borgarstjóran. Men Heðin Mortensen hevur enn ikki latið við seg koma.

Foreldrabólkurin hevur tí aftur vent sær til býráðið fyri at vita, um ella nær fundurin verður. Men boðini úr býráðnum eru, at borgarstjórin er í summarfrí.

Foreldrabólkurin ikki mist vónina

Tí er framvegis ógreitt, nær ella um fundurin verður. Foreldrabólkurin í Sankta Frans skúla ásannar, at fyrsta slagið er tapt, tí eingin framhaldsdeild verður nú eftir summarfrítíðina.

Tað hava bæði Tórshavnar býráð og Mentamálaráðið staðfest. Foreldrabólkurin hevur tó ikki slept málinum, sigur Tóra Petersen, umboð fyri foreldrabólkin.

Foreldrabólkurin fer týsdagin á fund við umboðið fyri skúlastýrið, sum skal umboðað Sankta Frans skúla í arbeiðsbólkinum, sum skal gera tilmæli um framtíðar miðbýarskúla í Havn.

Ov nógv ógreið viðurskifti

Foreldrabólkurin heldur framvegis, at fleiri viðurskifti eru ógreið og standa ósvarað eftir býráðsfundin í Havn tann 16. juni.

Tá samtykti býráðið at taka undir við uppskoti hjá Helenu Dam á Neystabø um at seta ein arbeiðsbólk at gera tilmæli um framtíðar miðbýarskúla.

Arbeiðsbólkurin skal fyri 30. november í ár lata skúlastýrunum í Havn tilmæli, og í seinasta lagi 1. mars næsta ár skal endaliga tilmæli latast býráðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Týsdag 23. apríl
LEITISSTEIN 23.04.2024 (Óli Poulsen)
174142
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010