Fiskimannafelagið kærir Norðing

Fiskimannafelagið kærir Norðing
Norðingur hjá Hanusi Hansen hevði ikki loyvi at keypa kvotur á uppboðssølum. Tað heldur Axel Hansen, nevndnarlimur í Føroya Fiskimannafelag
 
24.07.2016 - 09:56

Hann hevur av somu orsøk klagað Norðing til Vørn.

Í lógini um uppboðssølu stendur, at tey fiskifør, ið bjóða á uppboðssølu, skulu løna manningunum eftir sáttmálum við føroysk manningarfeløg. Men tað ger Norðingur ikki - tí hann er skrásettur sum ídnaðarskip, men lønar manningini eftir sáttmálanum um nótaskip. Býtisprosentið hjá ídnaðarskipum er 27 prosent og hjá nótaskipum 17 prosent. Sostatt heldur Føroya Fiskimannafelag, at manningin á Norðingi eigur 10 prosent meiri í sín part enn hon fær.

Vørn eigur at eftirkanna, at tey sum eru við í almennu uppboðssøluni, fylgja ásetingum í lógini. Vørn hevur kortini víst á, at lønarviðurskifti eru ein spurningur millum manningarfeløg og reiðarí - men í skrivi vísir Fiskimannafelagið á, at Vørn sum eftirlitsmyndugleiki í fiskivinnuni hevur skyldu til at tryggja sær, at teir sum sleppa uppí part, halda lógina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585